Um okkum

BrosDesign

BrosDesign veitir dygdargóðar tænastur til vinnuna, tað almenna og privata, har góðskan og tænastan til kundan verða raðfest. Fyritøkan kann virka sum bæði høvuðsarbeiðstakari og undirveitari, og bjóðar tænastu innan køkar, hvítvørur, innbúgv, arbeiðisklæðir, ítrótt, spa, innrættan, sniðgeving og montering.

Felagið umboðar fleiri kend og dygdargóð vørumerki, ið eru við til at tryggja at kundin altíð fær ta bestu vøruna. BrosDesign bjóðar bæði heildarloysnir og smærri loysnir, har kundin verður raðfestur við tøttum samskifti, soleiðis at tað ongantíð er nakað ivamál, at kundin fær júst tað hann hevur biðið um.

Vit bjóða m.a. heildarloysnir til heimið har vit ráðgeva, tekna loysnirnar upp í 3D, geva tilboð og eru við til uppsetan.

Arbeiðsklæðir hava vit til alla vinnuna til kappingarførar prísir, og til ítróttin hava vit alt frá fótbólti, fitness, fimileik, svimjing, rógving og allar maskinir, ið kunnu hugsast til einhvønn ítrótt.

Okkara mál er at vera fremst á marknaðinum og at veita serstakliga góða tænastu. Vit líta frameftir og halda á við at fáa alsamt størri úrval av vørum og tænastum.

Brian Leon Hansen

Eigari & Stjóri
Útbúgvin sølumaður
Tel: +298 25 84 00
E-mail: Brian@bros.fo
www.bros.fo