Samband / afturlatingsstaður

BrosDesign
www.bros.fo
Hvalvíksvegur 61
430 Hvalvík

Iðranarrættur

Íðrarnarrætturin er galdandi í 14 dagar frá tí degið, at kundin hevur móttikið vøruna. Ynskir tú at iðra keypið, skal vøran latast aftur í sama standi, sum tá hon varð keypt. Kundin skal rinda fyri at senda vøruna aftur.
Um kvittan er við í umbýtingini verður reiður peningur latin. Ein tilgóðarseðil verður latin, um eingin kvittan er við, tó við møguleika at býta um til aðra vøru.

Endurgjaldskrav
Set teg í samband við okkum á design@bros.fo, um feilur er í vøruni.

Gjalding
Vit taka ímóti niðanfyri standandi kortum:
VISA / Visa Electron / Dankort / MasterCard / Maestro / American Express
Um tú hevur eitt gávukort, kanst tú nýta tað á heimasíðu okkara.

Prísir
Okkara prísir eru v/mvg. Samlaða upphæddin verður týðiliga víst áðrenn keypið verður endaliga framt, umframt kostnaður fyri frakt o.a.

Trúnaður
Upplýsingar um navn, bústað og t-post, sum tygum senda okkum verða goymdir í trúnaði. Teir verða bara nýttir til at senda tær vøruna og at geva tær neyðugar upplýsingar um hana.